Tekstsvar

Hagstovan metir, at sera fá ella eingi fólk liva av minni enn altjóða fátækamarkinum. Øll í Føroyum hava rætt til almannaveiting, ið er væl hægri enn markið fyri ógvisligari fátækt.

Einki alment fátækamark er ásett í Føroyum. Í staðin er roknað eitt fátækaváðamark, ið er 60% (ella 50%) av miðinntøkuni (medianini) av javnvirðisinntøkuni hjá húskjum.
Hetta svarar til meira enn 300 krónur um dagin, og er sostatt munandi hægri enn $1,25.
Vís gongdina fyri hendan ávísan í øðrum londum

Innlendis metadátur greiða nærri frá um talvuna og ávísan hjá Hagstovu Føroya. Ávísarnir verða altíð uppgjørdir sambært altjóða háttalagnum, um hagtølini eru tøk fyri Føroyar. Tó kunnu frávik koma fyri og eru tey tá lýst í viðmerkingunum. 

Henda talvan kunnar um metadáturnar, ið eru ásettar av Hagfrøðinevndini hjá ST. Fullfíggjaðar altjóða metadátur frá Hagfrøðistovninum hjá ST.

Aftur til toppin