Tekstsvar

Føroyar hava bundið seg til Paríssáttmálan um veðurlagsbroytingar, og fráboða árliga føroyska útlátið av vakstrarhúsgassi til ST sambært krøvunum í Veðurlagssáttmálanum, UNFCCC og nú eisini sambært Parísavtaluni, men hava ikki enn fráboðað avgreiðslustovuni hjá ST fyri rammusáttmála um veðurlagsbroyting (UNFCCC) støðuna viðvíkjandi
• fastsettum íkastum fyri landið (NDC),
• langtíðar virkisskráum,
• tillagingarætlanum fyri landið (NAP) ella
• tillagingarfráboðanum
Føroyar lúka sostatt ikki sum er treytirnar fyri at vera við millum londini, sum ávísin telur.
Vís gongdina fyri hendan ávísan í øðrum londum

Innlendis metadátur greiða nærri frá um talvuna og ávísan hjá Hagstovu Føroya. Ávísarnir verða altíð uppgjørdir sambært altjóða háttalagnum, um hagtølini eru tøk fyri Føroyar. Tó kunnu frávik koma fyri og eru tey tá lýst í viðmerkingunum. 

Henda talvan kunnar um metadáturnar, ið eru ásettar av Hagfrøðinevndini hjá ST. Fullfíggjaðar altjóða metadátur frá Hagfrøðistovninum hjá ST.

Aftur til toppin