Undirmál og ávísar
Undirmál 17.1
Heimliga tilfeingisbúgvingin verður styrkt, millum annað við altjóða stuðli til menningarlond, at bøta um evnini at krevja inn skatt og aðra inntøku
Ávísi 17.1.2
Undirmál 17.2
Ídnaðarlond skulu til fulnar røkja sína skyldu at veita almenna menningarhjálp (Official Development Aid, stytt ODA), heruppií lyftið hjá mongum ídnaðarlondum at røkka málinum, sum er 0,7 prosent av bruttutjóðarinntøkuni (Gross National Income, stytt GNI) fyri almenna menningarhjálp ODA/GNI til menningarlond og 0,15 til 0,2 prosent av ODA/GNI til tey minst mentu londini; ODA-veitarar verða eggjaðir til at umhugsa at seta sær sum mál at lata teimum minst mentu londunum í minsta lagi 0,2 prosent av ODA/GNI
Undirmál 17.3
Fáa til vega eyka fígging til menningarlond frá fleiri ymiskum keldum
Ávísi 17.3.2
Undirmál 17.4
Menningarlondini skulu fáa hjálp at fáa langtíðar burðardygd í skuldarbyrðuna við samskipaðum politikkum, sum miða eftir at fáa útvegað skuldarfígging, skuldarsanering og skuldarumlegging, har tað er viðkomandi, og viðgera uttanlandsskuldina hjá sera skuldarbundnum, fátækum londum til tess at lætta um skuldartrýstið
Undirmál 17.5
Samtykkja og seta í verk íløgustimbrandi skipanir fyri tey minst mentu londini
Ávísi 17.5.1
Undirmál 17.6
Økja norður-suður, suður-suður og tríhyrnings økissamstarv og altjóða samstarv um og atgongd til vísindi, tøkni og nýskapan og at styrkja vitanardeiling eftir sínámillum avtalaðum treytum, millum annað við bøttari samskipan millum verandi skipanir, serliga á STstigi, og við einari heimsfevndari skipan at lætta um tøknifrøðiliga menning og samstarv (Technology Facilitation Mechanism, TFM)
Undirmál 17.7
Virka fyri at menna, flyta og breiða út umhvørvisliga góða tøkni til menningarlond eftir góðum treytum, eisini fyri serprís og við framíhjátreytum, sum partarnir sínámillum semjast um
Undirmál 17.8
Fáa tøknifrøðibankan at virka til fulnar eins og førleikamennandi skipanir í vísindum, tøknifrøði og nýskapan fyri tey minst framkomnu londini fyri 2017 og í størri mun nýta stuðlandi tøknifrøði, serstakliga kunningar- og samskiftistøknifrøði
Ávísi 17.8.1
Undirmál 17.9
Økja altjóða stuðul til at seta í verk munadygga og miðvísa førleikabúgving í menningarlondum til at stuðla ætlanum hjá einstøku londunum at seta í verk øll Heimsmálini fyri burðardyggari menning, eisini ígjøgnum norður-suður, suður-suður og tríhyrnings samstarv
Undirmál 17.10
Virka fyri einari fleirtjóða handilsskipan fyri øll undir Heimshandilsfelagsskapinum (WTO), sum er reglugrundað, opin, sum ikki ger mismun og er rættlátað, m.a. við at koma á mál við samráðingunum í Doha menningarskránni (Doha Development Agenda)
Ávísi 17.10.1
Undirmál 17.11
Útflutningurin úr menningarlondum skal vaksa munandi, serstakliga verður miðað eftir at tvífalda partin av útflutningi kring heimin, ið kemur úr teimum minst mentu londunum fyri 2020
Ávísi 17.11.1
Undirmál 17.12
Seta í verk varandi tollfría og kvotufría marknaðaratgongd fyri øll tey minst mentu londini, í samvari við avgerðir hjá Heimshandilsfelagskapinum, millum annað við at tryggja, at framíhjáreglur fyri upprunaland, galdandi fyri innflutning frá teimum minst mentu londunum, eru gjøgnumskygdar og einfaldar og gera sítt til at lætta um marknaðaratgongdina
Ávísi 17.12.1
Undirmál 17.13
Styrkja støðufesti í heimsmakrobúskapinum, eisini við samskipan og samanhangi í politikkum
Ávísi 17.13.1
Undirmál 17.14
Styrkja samanhang í politikkum fyri burðardygga menning
Ávísi 17.14.1
Undirmál 17.15
Hava virðing fyri rættinum at gera politikkir og leiðsluni í einstaka landinum at gera og seta í verk politikkir at basa fátækradømi og fremja burðardygga menning
Ávísi 17.15.1
Undirmál 17.16
Styrkja Heimsfevnandi partalagið fyri burðardygga menning (Global Partnership for Sustainable Development), stuðlaður av partaløgum við fleiri áhugapørtum, ið skulu fáa til vega og deila sínamillum vitan, serkunnleika, tøknifrøði og fíggjarligt tilfeingi, alt fyri at stuðla øllum londum at røkka Heimsmálunum, serstakliga í menningarlondunum
Undirmál 17.17
Eggja til og virka fyri munadyggum partaløgum, ið eru almenn, almenn-privat ella umboðandi áhugafelagsskapir, og byggja á royndir og tilfeingisútvegandi virkisætlanir í partaløgum
Undirmál 17.18
Fyri 2020 skal stuðulin til førleikabúgving til menningarlond økjast, eisini fyri tey minst mentu londini og smá oyggjaríki í menning, til í stórum at økja tøku nøgdina av hádygdar-, rættstundis og álítandi dátum, sum eru sundurgreinaðar eftir inntøku, kyni, aldri, rasu, etnisiteti, migratoriskari støðu, breki, staðseting og øðrum eyðkennum, sum eru viðkomandi í landssamanheingi
Ávísi 17.18.3
Undirmál 17.19
Fyri 2030 verður bygt á verandi átøk at menna mátingarhættir til at máta framburð í burðardyggari menning, sum kann koma afturat BTÚ, og stuðla hagtalsligu førleikamenningina í menningarlondum