Undirmál og ávísar

Undirmál 7.1

Fyri 2030 verður tryggjað, at øll fáa atgongd til álítandi og tíðarhóskandi orkuveiting fyri ein rímiligan kostnað

Ávísi 7.1.1

Partur av fólkinum við atgongd til ravmagn
  • Støða hjá ávísa Fráboðað

Undirmál 7.2

Fyri 2030 skal parturin av varandi orku í alheimsliga orkusamansetingini økjast, so tað munar

Ávísi 7.2.1

Partur av varandi orku í samanløgdu endaligu orkunýtsluni
  • Støða hjá ávísa Kanna dátukeldur

Undirmál 7.3

Fyri 2030 tvífalda ferðina á menningini í orkuvirkni um allan heim

Ávísi 7.3.1

Orkumáttur máldur við atliti til frumorku og BTÚ
  • Støða hjá ávísa Kanna dátukeldur

Undirmál 7.a

Fyri 2030 skal altjóða samstarvið stimbrast fyri at lætta um atgongdina til gransking og tøkni til reina orku, heruppií varandi orku, orkuvirkni og framkomnari og minni dálkandi tøkni til fossil-brennievni, og fyri at virka fyri íløgum í orkuundirstøðukervi og reina orkutøkni

Undirmál 7.b

Fyri 2030 skal undirstøðukervið víðkast og tøknin uppstigast fyri at veita tíðarhóskandi og burðardyggar orkutænastur til øll í menningarlondum, serstakliga í teimum minst mentu londunum, smáum oyggjaríkjum í menning og menningarlondum, sum ikki sleppa til sjógv, í samsvari við teirra ymisku stuðulsskipanir

Aftur til toppin