Tekstsvar

Eingin serstøk føroysk ætlan finst, sum hevur til endamáls at fáa ung í arbeiði. Tó hava nógvar kommunur átakið 'Ung í arbeiði', har ung eitt stutt skifti sleppa at gera sínar fyrstu arbeiðsroyndir.
Harumframt er galdandi ein lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk at stuðla undir eitt virkið arbeiðslív hjá persónum, sum hava ella kunnu fáa trupulleikar við at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Eftir hesi lóg kann t.d. veitast stuðul til útbúgving fyri fólki við skerdum arbeiðsførleika.
Vís gongdina fyri hendan ávísan í øðrum londum

Innlendis metadátur greiða nærri frá um talvuna og ávísan hjá Hagstovu Føroya. Ávísarnir verða altíð uppgjørdir sambært altjóða háttalagnum, um hagtølini eru tøk fyri Føroyar. Tó kunnu frávik koma fyri og eru tey tá lýst í viðmerkingunum. 

Henda talvan kunnar um metadáturnar, ið eru ásettar av Hagfrøðinevndini hjá ST. Fullfíggjaðar altjóða metadátur frá Hagfrøðistovninum hjá ST.

Aftur til toppin