Tekstsvar

Eingi almenn føroysk hagtøl verða savnað at vísa, um fólk búgva í fátækrabýlingum, ivasamum ella óhóskandi bústaði eftir háttalagnum fyri ávísan.
Manntalið í 2011 vísti, at færri enn 100 høvdu hvørki atgongd til køk ella baðirúm, og færri enn 20 høvdu minni enn 10 fermetrar í part.
Vís gongdina fyri hendan ávísan í øðrum londum

Innlendis metadátur greiða nærri frá um talvuna og ávísan hjá Hagstovu Føroya. Ávísarnir verða altíð uppgjørdir sambært altjóða háttalagnum, um hagtølini eru tøk fyri Føroyar. Tó kunnu frávik koma fyri og eru tey tá lýst í viðmerkingunum. 

Henda talvan kunnar um metadáturnar, ið eru ásettar av Hagfrøðinevndini hjá ST. Fullfíggjaðar altjóða metadátur frá Hagfrøðistovninum hjá ST.

Aftur til toppin