Undirmál og ávísar

Undirmál 11.1

Fyri 2030 skal øllum verða tryggjað atgongd til skikkaðar og tryggar bústaðir og grundleggjandi tænastur fyri rímiligan kostnað; og fátækrabýlingar verða betraðir

Undirmál 11.2

Fyri 2030 skal øllum verða tryggjað atgongd til tryggar, atkomiligar og burðardyggar flutningsskipanir fyri ein rímiligan kostnað, so ferðslutrygdin verður økt, serliga við at byggja út almennar flutningstænastur við serligum atliti at tørvinum hjá teimum, sum illa eru stødd, kvinnum, børnum, fólkum, ið bera brek, og teimum eldru

Undirmál 11.3

Fyri 2030 skal styrkjast um inkluderandi og burðardygga býarmenning og førleikan at gera luttakandi, samantvinnaðar og burðardyggar bústaðarætlanir og -umsitingar í øllum londum

Ávísi 11.3.1

Lutfall millum lendisnýtslu og fólkavøkstur
  • Støða hjá ávísa Kanna dátukeldur

Undirmál 11.4

Átøkini at verja og tryggja heimsins mentanar- og náttúruarv skulu styrkjast

Undirmál 11.5

Fyri 2030 skal talið á deyðum og teimum, ið rakt verða av vanlukkum, minka í stórum eins og beinleiðis búskaparligur missur í mun til heimstjóðarúrtøku, eisini vanlukkum í sambandi við vatn, við áherðslu á at verja tey fátæku og fólk, ið eru illa stødd

Undirmál 11.6

Fyri 2030 skal skaðiliga umhvørvisávirkanin fyri hvønn íbúgva frá býum minka millum annað við at gáa serliga um luftgóðsku og umsiting av húsarhalds- og øðrum burturkasti

Ávísi 11.6.2


Undirmál 11.7

Fyri 2030 skal øllum verða útvegað atgongd til trygg, inkluderandi og atkomilig, grøn og almenn øki, serstakliga fyri kvinnur og børn, eldri fólk og fólk, ið bera brek

Undirmál 11.a

Stuðla góðum búskaparligum, sosialum og umhvørvisligum sambondum millum býir, býarútjaðarar og smápláss við at styrkja landsog økismenningarætlanir

Undirmál 11.b

Fyri 2020 skulu vera nógv fleiri býir og búsetingar, ið taka undir við og seta í verk samantvinnaðar politikkir og ætlanir, sum miða eftir inklusjón, tilfeingisgagnnýtslu, mótvirkan og tillagingum til veðurlagsbroytingar, mótstøðuføri ímóti vanlukkum, og sum menna og seta í verk heildarmyndaða vanlukku-váðastýring á øllum stigum í samsvari við Sendai rammusáttmálan um vanlukkuváðaskerjing 2015–2030 (Sendai Framework for Disaster Risk Reduction)

Aftur til toppin