Undirmál og ávísar

Undirmál 10.1

Fyri 2030 skal ein stigvísur inntøkuvøkstur fyri tey lægstu 40 prosentini av íbúgvunum verða rokkin og hildin, sum er hægri enn landsmiðaltalið

Undirmál 10.2

Fyri 2030 skal sosial, búskaparlig og politisk inklusjón fyri øll máttmennast og stimbrast, sama hvør aldur, kyn, brek, rasa, etnisitetur, uppruni, átrúnaður, fíggjarlig støða ella onnur støða er

Undirmál 10.3

Somu møguleikar verða tryggjaðir, og ójavnar í úrtøku verða skerdir millum annað við at strika lógir, politikkir og siðir, ið elva mismun, og virkað verður fyri gagnligari lóggávu, politikki og atgerðum at ganga hesum á møti

Undirmál 10.4

Seta í verk politikkir, serliga búskapar-, lønar- og sosialpolitikkir, og so í vaksandi mun røkka størri javnað

Ávísi 10.4.1

Lønir, sum partur av BTÚ
  • Støða hjá ávísa Fráboðað

Ávísi 10.4.2

Javningarávirkanin av fíggjarpolitikkinum
  • Støða hjá ávísa Kanna dátukeldur

Undirmál 10.5

Betra um reglur fyri og eftirlit við heimsfevnandi fíggjarmarknaðum og -stovnum, og styrkja íverksetanina av slíkum reglugerðum

Ávísi 10.5.1

Ávísar fyri fíggjarligum tryggleika
  • Støða hjá ávísa Kanna dátukeldur

Undirmál 10.6

Menningarlondini skulu tryggjast betri umboðan og rødd, har avgerðir verða tiknar í altjóða búskapar- og fíggjarstovnum fyri at fáa munadyggari, meira álítandi, ábyrgar og løgfestar stovnar

Undirmál 10.7

Lætta um skipaða, trygga, regluliga og ábyrgdarfulla fólkaflyting og flytføri hjá fólki, millum annað við at seta í verk skipaðar og vælumsitnar politikkir fyri flyting um landamørk

Ávísi 10.7.3

Ávísi 10.7.4


Undirmál 10.a

Aðalreglurnar um serligt og ymisligt atlit at menningarlondum, serstakliga teimum minst mentu londunum, verða settar í verk í samsvari við avtalur hjá Heimshandilsfelagsskapinum WTO

Undirmál 10.b

Eggjað verður til almennan menningarstuðul og fíggjarliga tilførslu, eisini við beinleiðis íløgum, til lond, har tørvurin er størstur, og serstakliga til tey minst mentu londini, tey afrikonsku londini, smá oyggjaríki í menning og menningarlond, sum ikki sleppa at sjógvi. Veitingar og íløgur skulu verða gjørdar í samsvari við landsætlanir og skráir í menningarlondunum

Undirmál 10.c

Fyri 2030 skal kostnaður í sambandi við peningaflytingar frá útlendskum arbeiðsfólki minka til undir 3 prosent, og beint verður fyri peningaflutningsleiðum, sum kosta meiri enn 5 prosent

Ávísi 10.c.1


Aftur til toppin