Undirmál og ávísar
Undirmál 12.1
Seta í verk 10 ára Rammusáttmálan um burðardygg nýtslu- og framleiðslumynstur (10YFP). Øll lond fara til verka við ídnaðarlondunum á odda við fyriliti fyri menning og førimuni í menningarlondunum
Undirmál 12.2
Fyri 2030 skal burðardygg umsiting og munadygg nýtsla av náttúrutilfeingi fáast at virka
Ávísi 12.2.2
Undirmál 12.3
Fyri 2030 skal matoyðsl minka niður í helvt fyri hvønn íbúgva um allan heim á smáhandils- og brúkarastigi, og matmissur í framleiðslu- og veitingarketunum skal eisini minka, millum annað tá ið heystað verður
Ávísi 12.3.1
Undirmál 12.4
Fyri 2020 skal fáast í lag umhvørvisliga haldgóð umsiting av kemiskum evnum og øllum spillevnum alla lívsringrásina hjá evnunum í samsvari við samtyktar altjóða skipanir, og útlátið út í luft, vatn og jørð skal minka í stórum fyri at avmarka skaðiligu ávirkan teirra á fólkaheilsu og umhvørvið
Undirmál 12.5
Fyri 2030 skal alt burturkast, ið framleitt verður, skerjast í stórum við fyribyrging, skerjingum, endurframleiðslu og endurnýtslu
Undirmál 12.6
Eggjað verður feløgum, serliga stórum og tvørlandafeløgum, til at taka í nýtslu burðardyggar mannagongdir og at flætta kunning um burðardygd inn í fráboðanarringrásirnar
Undirmál 12.7
Virkað verður fyri almennum útveganarmannagongdum, sum eru burðardyggar, í samsvari við politikk og raðfestingar hjá londunum
Ávísi 12.7.1
Undirmál 12.8
Fyri 2030 verður tryggjað, at fólk allastaðni hava viðkomandi kunning um og ans fyri burðardyggari menning og lívsstíli í samljóði við náttúruna
Undirmál 12.a
Stuðla menningarlondum í at styrkja vísindaligu og tøkniligu evnini at flyta seg nærri burðardyggari nýtslu- og framleiðslumynstrum
Undirmál 12.b
Menna og seta í verk amboð at hava eftirlit við, hvussu burðardygg menning ávirkar burðardygga ferðavinnu, sum skapar størv og fremur mentan og vørur í landinum
Ávísi 12.b.1
Undirmál 12.c
Stuðul til gagnlítil fossil-brennievni, sum eggjar til oyðsl, verður skerdur við at taka burtur marknaðaravlagingar, alt eftir landsins umstøðum, millum annað við at umskipa skattareglur og at avtaka skaðiligar stuðulsskipanir, har slíkar finnast, fyri at endurspegla tað árin, tey hava á umhvørvið. Hetta verður alt gjørt við fullum fyriliti fyri tí serliga tørvi og teimum umstøðum, menningarlondini hava, og fyri at avmarka ta skaðiligu ávirkan, tað kann hava á teirra menning, á ein hátt, ið verjir tey fátæku og tey samfeløgini, ið verða ávirkað