Tekstsvar

Havstovan ger í løtuni mátingar at lýsa kolskipanarlagið í havinum, heruppií pH (súrleikastig, innihald av vetnis-jónum) og TA (total alkality: evni at veikja sýru).
Við verandi tilfeingi er tó torført at gera nóg nógvar og títtar mátingar, til at vit álítandi kunnu skyna ímillum natúrlig sveiggj og mannaskapt langtíðarárin.
Verandi dátur eru tískil ikki nøktandi til fullgott at lýsa miðalsúrleikastigið á sjónum sum kravt til ávísan. Tað verður tó alsamt roynt at útvega fígging til tess at økja um prøvatøkuna nær landi - bæði rúmliga og tíðarliga.
Vís gongdina fyri hendan ávísan í øðrum londum

Innlendis metadátur greiða nærri frá um talvuna og ávísan hjá Hagstovu Føroya. Ávísarnir verða altíð uppgjørdir sambært altjóða háttalagnum, um hagtølini eru tøk fyri Føroyar. Tó kunnu frávik koma fyri og eru tey tá lýst í viðmerkingunum. 

Henda talvan kunnar um metadáturnar, ið eru ásettar av Hagfrøðinevndini hjá ST. Fullfíggjaðar altjóða metadátur frá Hagfrøðistovninum hjá ST.

Aftur til toppin