Undirmál og ávísar

Undirmál 14.1

Fyri 2025 skal forðast fyri og munandi minkast um alla havdálking, serliga dálking frá virksemi á landi, íroknað burturkast á sjónum og dálking frá taðevnum

Ávísi 14.1.1


Undirmál 14.2

Fyri 2020 skulu vistskipanir í høvum og fram við strendur verða vardar og umsitast á burðardyggan hátt fyri at sleppa undan munandi skaðiligari ávirkan millum annað við at styrkja teirra mótstøðuføri. Gera átøk at fáa tær endurskaptar til tess at fáa sunn og úrtøkugóð høv

Ávísi 14.2.1


Undirmál 14.3

Havsúrgan skal minkast, og lagt verður eftir ávirkanini frá súrgan, millum annað við meiri vísindaligum samstarvi á øllum stigum

Undirmál 14.4

Fyri 2020 skal fiskiskapur verða væl skipaður og endi verða gjørdur á ovurfiskiskapi, ólógligari, ófráboðaðari og óskipaðari fiskiveiðu og oyðandi veiðiháttum. Settar verða í verk vísindaliga grundaðar umsitingarætlanir til tess at fáa fiskastovnar at koma fyri seg aftur skjótast gjørligt, og í minsta lagi upp til eitt støði, har teir kunnu ala av sær burðardygga veiðu, mett eftir teirra lívfrøðiligu serkennum

Ávísi 14.4.1


Undirmál 14.5

Fyri 2020 skulu í minsta lagi 10 prosent av øllum stranda- og havleiðum verða vard í samsvari við lands- og altjóða lóg og grundað á bestu tøku vísindaligu vitanina

Ávísi 14.5.1

Partur av vardum havøkjum í mun til alt havøkið
  • Støða hjá ávísa Kanna dátukeldur

Undirmál 14.6

Fyri 2020 skal ávísur stuðul til fiskivinnuna, sum ger sítt til at eggja til ovurorku og ovurfisking, verða bannaður. Beint verður fyri stuðulsskipanum, sum eggja til ólógligan, ófráboðaðan og óskipaðan fiskiskap, og nýggjur stuðul av slíkum slagi verður ikki innførdur. Alt hetta viðurkennandi, at hóskandi og munadygg, serstøk og ymisk viðgerð fyri menningarlond og tey minst mentu londini skal vera ein samskipaður táttur í fiskivinnustuðulssamráðingum hjá Heimshandilsfelagsskapinum (WTO)*

Undirmál 14.7

Fyri 2030 økja búskaparligu fyrimunirnir til smá oyggjaríki í menning og tey minst mentu londini frá burðardyggari nýtslu av havfeingi, millum annað við burðardyggari umsiting av fiskivinnu, alivinnu og ferðavinnu

Undirmál 14.a

Økja vísindaliga kunnleikan, menna granskingarførleikar og flyta øðrum havtøknifrøði við atliti at Intergovernmental Oceonographic Commission Criteria and Guidelines on the Transfer of Marine Technology til tess at bøta um heilsustøðuna í høvunum og økja um íkastið, sum havsins lívfrøðiliga margfeldið gevur menningini av menningarlondum, serstakliga smáum oyggjaríkjum í menning og teimum minst mentu londunum

Ávísi 14.a.1


Undirmál 14.b

Veita smáútróðri atgongd til havfeingi og marknaðir

Undirmál 14.c

Økja verju og burðardygga nýtslu av høvunum og teirra tilfeingi við at seta í verk altjóða lóg, sum hon sæst í ST-havrættarsáttmálanum (UNCLOS), sum setur lógarkarmin um at varðveita og nýta høvini og teirra tilfeingi á burðardyggan hátt, sum nevnt í grein 158 í “The Future We Want”

Aftur til toppin