Undirmál og ávísar

Undirmál 15.1

Fyri 2020 at tryggja varðveitslu, endurskapan og burðardygga nýtslu av vistskipanum á landi og í feskvatni og teirra veitingum, serstakliga skógum, mýrilendi, fjøllum og turrlendi, í samsvari við skyldur sambært altjóða avtalum

Ávísi 15.1.1

Skógarlendi sum partur av samlaðu lendisvíddini
  • Støða hjá ávísa Kanna dátukeldur

Undirmál 15.2

Fyri 2020 at virka fyri at seta í verk burðardygga umsiting av skógi av øllum slag, steðga skógartýning, endurskapa skaddan skóg og í stórum gróðurseta og endurplanta skóg um allan heim

Ávísi 15.2.1

Framstig at røkka burðardyggari umsiting av skógi
  • Støða hjá ávísa Kanna dátukeldur

Undirmál 15.3

Fyri 2030 at basa oyðimarkarmyndan, at endurbøta oyðilagt lendi og mold, eisini lendi, sum ávirkað er av oyðimarkarmyndan, skerpingi og floymi, og stremba eftir at fáa í lag ein heim, sum er í javnvág, tá talan er um landtýning

Ávísi 15.3.1


Undirmál 15.4

Fyri 2030 at tryggja, at fjallavistskipanir verða varðveittar, eisini teirra lívmargfeldi, fyri at bøta um teirra evni at geva sítt alneyðuga íkast til burðardygga menning

Ávísi 15.4.2

Vísital fyri fjallagróður
  • Støða hjá ávísa Kanna dátukeldur

Undirmál 15.5

Sum skjótast at fara undir týðandi tiltøk at tálma oyðingini av natúrligum bú- og gróðrarøkjum, steðga lívmargfeldismissi og fyri 2020 at verja og forða fyri, at hótt sløg verða týnd

Ávísi 15.5.1

Reyðlistavísital
  • Støða hjá ávísa Fráboðað

Undirmál 15.6

Fáa í lag rættvíst og rímiligt býti av fyrimunum, ið standast av at gagnnýta ílegutilfeingi, og virka fyri hóskiligari atgongd til slíkt tilfeingi, sum ásett er í altjóða avtalum

Undirmál 15.7

Fara beint til verka at gera enda á ólógligari veiðu og ólógligum handli við vardum plantu- og djórasløgum og taka upp spurningin um eftirspurning og útboð av ólógligum vørum úr villini tilfeingi

Undirmál 15.8

Fyri 2020 at seta í verk tiltøk at fyribyrgja og í stórum skerja ávirkanina av innræsnum fremmandum plantu- og djórasløgum á land- og vatnvistskipanir og fáa tamarhald á ella beina fyri teimum

Undirmál 15.9

Fyri 2020 at flætta virði í vistskipanum og lívmargfeldi upp í lands og staðbundnar ætlanir, í menningartilgongdir, í átaksætlanir at minka um fátækt og í greiningar

Undirmál 15.a

Fáa til vega og økja munandi um fíggjarliga tilfeingið frá øllum keldum at varðveita og á burðardyggan hátt nýta lívmargfeldi og vistskipanir

Undirmál 15.b

Fáa til vega munandi tilfeingi frá øllum keldum og á øllum stigum at fíggja burðardygga skógarumsiting og at tilstuðla menningarlondum væl til at fremja slíka umsiting, millum annað fyri at varðveita og endurplanta skóg

Undirmál 15.c

Økja stuðulin um allan heim til átøk at berjast ímóti ólógligari veiðu og ólógligum handli við vardum djóra- og plantusløgum, millum annað við at styrkja evnini hjá staðbundnum samfeløgum at søkja og halda seg til burðardyggar starvs- og vinnumøguleikar

Aftur til toppin