Tekstsvar

Føroyar eru ikki partur av Nagoya-protokollini (undir altjóða sáttmálanum um at verja lívmargfeldi) um atgongd til ílegutilfeingi og rættvíst og rímiligt býti av ágóðum, ið koma av at gagnnýta tað. Føroyar hava hvørki lóggávu, umsitingarligar ella politiskar karmar um rættvíst og rímiligt býti av ágóðum. Føroyar telja tí ikki við í hesum ávísanum.
Vís gongdina fyri hendan ávísan í øðrum londum

Innlendis metadátur greiða nærri frá um talvuna og ávísan hjá Hagstovu Føroya. Ávísarnir verða altíð uppgjørdir sambært altjóða háttalagnum, um hagtølini eru tøk fyri Føroyar. Tó kunnu frávik koma fyri og eru tey tá lýst í viðmerkingunum. 

Henda talvan kunnar um metadáturnar, ið eru ásettar av Hagfrøðinevndini hjá ST. Fullfíggjaðar altjóða metadátur frá Hagfrøðistovninum hjá ST.

Aftur til toppin