Tekstsvar

Ongar skógir eru í Føroyum, men tað eru um 25 størri og smærri viðarlundir, ið tilsamans fevna um minni enn 0,1% av lendinum í Føroyum.

Sambært FAO, eru skógur allýstur sum: “Lendi størri enn 5.000 fermetrar við trøum hægri enn 5 metrar og við meira enn 10% undir leyvtaki ella við trøum, sum á staðnum kunnu vaksa til at røkka hesum mørkum. Lendi, sum fyrst og fremst verður nýtt til landbúnað ella til býarlendi, verður ikki íroknað”.
Vís gongdina fyri hendan ávísan í øðrum londum

Innlendis metadátur greiða nærri frá um talvuna og ávísan hjá Hagstovu Føroya. Ávísarnir verða altíð uppgjørdir sambært altjóða háttalagnum, um hagtølini eru tøk fyri Føroyar. Tó kunnu frávik koma fyri og eru tey tá lýst í viðmerkingunum. 

Henda talvan kunnar um metadáturnar, ið eru ásettar av Hagfrøðinevndini hjá ST. Fullfíggjaðar altjóða metadátur frá Hagfrøðistovninum hjá ST.

Aftur til toppin