Tekstsvar
Sambært føroyskari lóggávu er bannað at innflyta og sleppa dýrum, sum ikki natúrliga hoyra heima í føroysku náttúruni, leys í føroysku náttúruni, og tað er bannað at innflyta hundar ella kettur uttan innflutningsloyvi frá Heilsufrøðilig u starvsstovuni.
Eisini eru reglur um handfaring av barlastarvatni og botnfalli frá barlastarvatni umborð á skipum og havstøðum fyri at fyribyrgja innrás og spjaðing av fremmandum djórasløgum og plantusløgum. Hesar eru í samsvari við Sáttmálan um barl astarvatn (International Convention for the Control and Management of Ships Ballast Water and Sediments, 2004).
Kunngerð um fyribyrging og týning av rottu hevur sum endamál at forða spjaðing av rottu, serliga til rottufríar oyggjar, og at týna rottu, har hon er.
Føroyar hava tikið undir við altjóða sáttmálanum frá Rio de Janeiro í 1992 um at verja lívmargfeldið, ið hevur ásetingar um verju av náttúruni ímóti innræsnum djórum og plantum.
Sambært Umhvørvisstovuni er verandi lóggáva ófullfíggjað, og reglur vanta, ið avmarka tilætlaðan ella ótilætlaðan innflutning av lívfrøðiligum tilfari øðrum enn kelidýrum og barlastvatni, og eingi amboð eru at gera nakað við innræsin sløg.