Undirmál og ávísar
Undirmál 2.1
Fyri 2030 at enda hungur og tryggja øllum fólkum, serstakliga teimum fátæku og fólki, sum er illa fyri, eisini pinkubørnum, atgongd til tryggan, føðslugóðan og nóg nógvan mat alt árið
Ávísi 2.1.1
Undirmál 2.2
Fyri 2030 at enda alt føðslutrot, heruppií at røkka altjóða ásettum málum fyri 2025 um vakstrartarn og avmergjan hjá børnum undir 5 ára aldur og nøkta føðslutørvin hjá hálvvaksnum gentum, kvinnum, sum eru við barn ella geva bróst, og eldri fólki
Undirmál 2.3
Fyri 2030 at tvífalda landbúnaðarframleiðsluna og inntøkuna hjá smáum matvøruframleiðarum, serliga kvinnum, upprunafólki, familjubøndum, reikandi húsdjórabøndum og útróðarmonnum. Tað verður millum annað gjørt gjøgnum tryggjaða atgongd á jøvnum føti til land, annað framleiðandi tilfeingi og ískoyti, vitan, fíggjartænastur, marknaðir og møguleikar fyri virðisøking og við øðrum arbeiði enn landbúnaði 2.4 Fyri 2030 at tryggja burðardyggar matvøruframleiðsluskipanir og seta í verk dyggar landbúnaðarmannagongdir, sum økja úrtøku og framleiðslu, sum eru við til at varðveita vistskipanir, sum styrkja evnini
Ávísi 2.3.2
Undirmál 2.4
Fyri 2030 at tryggja burðardyggar matvøruframleiðsluskipanir og seta í verk dyggar landbúnaðarmannagongdir, sum økja úrtøku og framleiðslu, sum eru við til at varðveita vistskipanir, sum styrkja evnini at laga seg eftir veðurlagsbroytingum, ógvisligum veðri, skerpingi, flóð og øðrum vanlukkum og alsamt at bøta lendis- og molddygdina
Undirmál 2.5
Fyri 2020 at varðveita íleguymisleikan í sáði, aldum plantum og aldum dýrum og húsdýrum umframt villu sløgunum, tey eru skyld við. Tað verður millum annað gjørt við væl skipaðum og ymisligum sáð og plantubankum á lands-, økis- og altjóða stigi. Virkað verður fyri, at ágóðar, sum standast av at gagnnýta ílegutilfeingi saman við siðbundnum kunnleika, koma øllum til góðar á rættvísan hátt, sum samtykt er á altjóða stigi
Undirmál 2.a
Millum annað við vaksandi altjóða samstarvi skulu íløgurnar økjast í undirstøðukervið úti um landið, í landbúnaðargransking og ráðgevatænastur, tøknifrøðiliga menning og ílegubankar til plantur og fenað til at vaksa um framleiðsluførið hjá landbúnaði í menningarlondunum, serstakliga í teimum minst mentu londunum
Undirmál 2.b
Handilsavmarkingar og avlagingar á heimsins landbúnaðarmarknaðum verða rættaðar og fyribyrgdar, millum annað við at beina burtur allan útflutningsstuðul til landbúnað og øll útflutningstiltøk við somu ávirkan í samsvari við heimildina í Doha menningarumfarinum hjá Heimshandilsfelagsskapinum WTO (Doha Development Round)
Ávísi 2.b.1
Undirmál 2.c
Tiltøk verða sett í verk fyri at tryggja, at matvørumarknaðir og teirra avleiddu marknaðir virka væl, og lætta um at fáa nóg skjóta atgongd til marknaðarkunning, millum annað um matgoymslur, fyri á tann hátt at avmarka ógvisligu sveiggini í matvøruprísunum