Undirmál og ávísar

Undirmál 3.1

Fyri 2030 at minka talið á mammum, sum doyggja í barnferð, um allan heim til undir 70 fyri hvørji 100.000 livandi fødd børn

Ávísi 3.1.1

Møður deyðar í barnferð
  • Støða hjá ávísa Fráboðað

Undirmál 3.2

Fyri 2030 at gera enda á, at nýfødd børn og børn undir 5 ára aldur doyggja, tá ið tað kann fyribyrgjast, við at øll lond seta sær sum mið at minka deyðatalið á nýføðingum til í mesta lagi 12 fyri hvørjar 1.000 livandi nýføðingar, og deyðatalið á børnum undir 5 ár niður í 25 fyri hvørji 1.000 livandi fødd í mesta lagi

Ávísi 3.2.1

Deyðatíttleikin hjá børnum yngri enn 5 ár
  • Støða hjá ávísa Fráboðað

Undirmál 3.3

Fyri 2030 at steðga farsóttum sum eyðkvæmi, tuberklum, malaria og øðrum lítið gáaðum tropiskum sjúkum og basa livrarbruna, vatnbornum sjúkum og øðrum smittandi sjúkum

Ávísi 3.3.2

Ávísi 3.3.3

Malariatilburðir fyri hvørjar 1.000 íbúgvar
  • Støða hjá ávísa Fráboðað

Ávísi 3.3.4


Undirmál 3.4

Fyri 2030 skal deyðatalið, har fólk doyggja tíðliga sum fylgja av ikki-smittandi sjúkum, skerjast við einum triðingi við fyribyrging og viðgerð, og virkað verður fyri sálarheilsu og vælveru"

Ávísi 3.4.2

Sjálvmorð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar
  • Støða hjá ávísa Fráboðað

Undirmál 3.5

Meira verður gjørt við at fyribyrgja og viðgera rúsevnismisnýtslu, sum fatar um narkotikamisnýtslu og skaðiliga alkoholnýtslu

Ávísi 3.5.2


Undirmál 3.6

Fyri 2020 skal deyði og løstur, sum stendst av ferðsluvanlukkum, verða skerdur niður í helvt um allan heim

Ávísi 3.6.1

Deyð í ferðsluni fyri hvørjar 100.000 íbúgvar
  • Støða hjá ávísa Fráboðað

Undirmál 3.7

Fyri 2030 verður tryggjað, at øll fáa atgongd til kyns- og nøringarheilsutænastur heruppií barnaavmarking, upplýsing og útbúgving, og at nøringarheilsa verður flættað inn í átaksætlanir og skráir í ymsu londunum

Undirmál 3.8

Øll skulu vera fevnd av heilsuskipanum, sum millum annað fevna um fíggjarliga váðaverju, atgongd til dygdargóðar grundleggjandi heilsutænastur og atgongd til tryggar, virknar, dygdargóðar, lívsneyðugar og kostnaðarrímiligar heilivágir og koppsetingar

Ávísi 3.8.1

Dekningur grundleggjandi heilsutænastum
  • Støða hjá ávísa Kanna dátukeldur

Undirmál 3.9

Fyri 2030 skal skerjast í stórum talið av deyðum og sjúkum, ið standast av vandamiklum kemiskum evnum og dálking og eitran av luft, vatni og mold

Ávísi 3.9.1

Ávísi 3.9.3


Undirmál 3.a

Styrkja arbeiðið at seta í verk rammusáttmálan hjá Heimsheilsustovninum WHO um eftirlit við tubbaki í øllum londum, har tað er viðkomandi

Undirmál 3.b

Gransking í og menning av koppsetingarevnum og heilivági fyri smittandi og ikki smittandi sjúkur, sum fyrst og fremst ávirka menningarlond, skal stimbrast. Sleppast má fram at lívsneyðugum heilivági og koppsetingarevnum fyri rímiligan pening í samsvari við Doha kunngerðina um TRIPS-sáttmálan og almannaheilsu (Doha Declaration), sum staðfestir rættin hjá menningarlondum til fulnar at nýta greinirnar í sáttmálanum um Handilstongd hvarv í lógum um upphavsrætt (TRIPS Agreement), hvat smidleika viðvíkur at verja almannaheilsu og serstakliga at útvega øllum atgongd til heilivág

Undirmál 3.c

Munandi øking í heilsufígging og at útvega, menna, læra og varðveita heilsuarbeiðsmegi í menningarlondunum, serstakliga í teimum minst mentu londunum og smáum oyggjaríkjum í menning

Ávísi 3.c.1

Býti og tættleiki av heilsustarvsfólki
  • Støða hjá ávísa Fráboðað

Undirmál 3.d

Øll lond, serstakliga menningarlond, skulu styrkja síni evni at fáa ávaringar um heilsuváðar í góðari tíð, at minka um váða og handfara heilsuváða bæði hjá sær sjálvum og á altjóða stigi

Aftur til toppin