Undirmál og ávísar

Undirmál 4.1

Fyri 2030 verður tryggjað øllum gentum og dreingjum at fullføra ókeypis, javnbjóðis og dygdargóðan barnaskúla við viðkomandi og munadyggari læruúrtøku

Undirmál 4.2

Fyri 2030 verður tryggjað øllum gentum og dreingjum, at tey fáa ment seg sum børn tíðliga, fáa umsorgan og góða undanskúling, so tey eru klár at fara í barnaskúla

Undirmál 4.3

Fyri 2030 verður tryggjað øllum kvinnum og monnum somu atgongd til dygdargóða tøkniliga, vinnuliga og hægri undirvísing, eisini til universitet, fyri sámiligan kostnað

Undirmál 4.4

Fyri 2030 vaksa munandi um talið á ungum sum vaksnum, sum hava viðkomandi førleika, heruppií tøkniligan og vinnuligan førleika, til arbeiði, sømilig størv og íverksetan

Undirmál 4.5

Fyri 2030 verður beint fyri kynsójavna í útbúgving, og tryggjað verður teimum viðbreknu, heruppií fólk, ið bera brek, upprunafólk og børn, sum eru illa stødd, somu atgongd til øll útbúgvingarstig og yrkislæru

Undirmál 4.6

Fyri 2030 skulu øll ungfólk og stórur partur av teimum vaksnu, monnum sum kvinnum, duga at lesa og rokna

Undirmál 4.7

Fyri 2030 skulu allir næmingar hava ognað sær tann kunnleika og førleika, sum neyðugur er fyri at virka fyri burðardyggari menning, millum annað við útbúgving um burðardygga menning og burðardyggan lívsstíl, mannarættindi, javnstøðu millum kynini, frama fyri eini mentan, sum er fyri friði og ímóti harðskapi, fyri alheims borgaraskapi eins og viðurkenning av mentanarligum fjølbroytni og tí íkasti, sum mentan gevur burðardyggari menning

Undirmál 4.a

Útbúgvingarstovnar verða bygdir og dagførdir, sum hava fyrilit fyri barnsins tørvi, brekum og kyni, og sum geva øllum eitt trygt, ikkiharðligt, rúmligt og munagott læriumhvørvi

Undirmál 4.b

Fyri 2020 skal talið av útbúgvingarstudningum til menningarlond hækka í stórum um allan heim, serstakliga til tey minst mentu londini, smá oyggjaríki í menning og afrikonsk lond til at sleppa inn á hægri útbúgvingar, til yrkislæru og kunningar- og samskiftistøkni, tøkniligar, verkfrøðiligar og vísindaligar útbúgvingar í ídnaðarlondum og øðrum menningarlondum

Undirmál 4.c

Fyri 2030 skal útboðið av útbúnum lærarum vaksa nógv, m.a. ígjøgnum altjóða samstarv um læraraútbúgving í menningarlondum, serstakliga í teimum minst mentu londunum og smáum oyggjaríkjum í menning

Ávísi 4.c.1


Aftur til toppin