Undirmál og ávísar


Undirmál 5.1

Endi verður gjørdur á øllum mismuni allastaðni, sum kvinnur og gentur eru fyri

Undirmál 5.2

Beint verður fyri øllum harðskapi ímóti øllum kvinnum og gentum bæði alment og privat, heruppií menniskjahandli og kynsligari og aðrari misnýtslu

Undirmál 5.3

Beint verður fyri øllum skaðiligum siðvenjum sum hjúnalagi við børn og tvingsilshjúnaløgum, og at gentur verða umskornar (female genital mutilation, FGM)

Ávísi 5.3.2


Undirmál 5.4

Ólønt røkt og húsligt arbeiði verður viðurkent og virt við at veita almennar tænastur, undirstøðukervi og sosialan verndarpolitikk, og við at virkað verður fyri felags ábyrgd í húsarhaldinum og í húskinum, sum hóskar seg eftir landinum

Undirmál 5.5

Kvinnum verður tryggjað fulla og virkna luttøku og somu møguleikar til leiðslu á øllum stigum, har avgerðir verða tiknar í politikki, búskapi og tí almenna

Ávísi 5.5.1

Ávísi 5.5.2

Partur av kvinnum í leiðslustørvum
  • Støða hjá ávísa Fráboðað á netinum

Undirmál 5.6

Tryggjað verður øllum atgongd til kyns- og nøringarheilsu og nøringarrættindi, sum semja er um í samsvari við Skrá hjá altjóða ráðstevnuni um fólkatal og menning (ICPD) og Beijing virkispallin (Beijing Platform for Action) og niðurstøðuskjølini frá teirra metingarráðstevnum

Undirmál 5.a

Framdar verða broytingar, sum geva kvinnum somu rættindi til búskaparligt tilfeingi eins væl og atgongd til ognarskap og ræði á jørð og øðrum ognum, fíggjarligar tænastur, arv og náttúrutilfeingi í samsvari við lóggávu í landinum

Undirmál 5.b

Økja um nýtslu av tøkni sum hjálpitól, serliga kunningar- og samskiftistøkni, fyri at virka fyri máttmenning av kvinnum

Ávísi 5.b.1

Partur av einstaklingum ið eiga fartelefon, skift á kyn
  • Støða hjá ávísa Kanna dátukeldur

Undirmál 5.c

Samtykkja og styrkja skilagóðar politikkir og lóggávu, sum kann handhevjast, og sum virka fyri javnstøðu millum kynini og máttmenning av øllum kvinnum og gentum á øllum stigi

Aftur til toppin