Tekstsvar

Í Føroyum hevur peningur verið játtaður á fíggjarlógini á hvørjum ári síðan 1994 við tí endamáli at fremja javnstøðu millum kynini.
Frá 1994 til Javnstøðunevndina, ið hevur til endamáls at beina burtur allan mismun vegna kyn; og frá 2005 til Demokratia, ið arbeiðir fyri at fremja kvinnuumboðanina á Løgtingi og í kommunustýrum.
Í 2019 fingu javnstøðumál hægri raðfesting við 250.000 krónum aftrat á fíggjarlógini, og ein javnstøðuskrivstova varð sett á stovn.
Tað eru tó ongar serligar skipanir at fylgja við í játtanum til javnstøðu milum kynini og máttmenning av kvinnum.
Vís gongdina fyri hendan ávísan í øðrum londum

Innlendis metadátur greiða nærri frá um talvuna og ávísan hjá Hagstovu Føroya. Ávísarnir verða altíð uppgjørdir sambært altjóða háttalagnum, um hagtølini eru tøk fyri Føroyar. Tó kunnu frávik koma fyri og eru tey tá lýst í viðmerkingunum. 

Henda talvan kunnar um metadáturnar, ið eru ásettar av Hagfrøðinevndini hjá ST. Fullfíggjaðar altjóða metadátur frá Hagfrøðistovninum hjá ST.

Aftur til toppin