Tekstsvar

Eingi almenn føroysk hagtøl verða savnað grundað á háttalagið fyri ávísan.
(a) Hagstova Føroya metir tó at øll, sum hava jørð um hendi hava ognarrætt ella tryggjaði rættindi til sínar jarðarlutir, eisini landbúnaðarjørð. Hetta merkir at øll hava skeytir uppá sínar jarðir, og hava rættindi til at selja hesa ella arvleiða hana. Tó so, umsitur Búnaðarstovan allar festijarðirnar og er heimila við lóg, at t.d. seta festarar frá um brot verða staðfest á eitt nú djóravælferðarlógina.
(b) Eingi almenn føroysk hagtøl eru um partin av kvinnum ið hava óðals- ella festijarðir um hendi. Tó eru 12,9% av festarum á vári 2026 kvinnur.
Vís gongdina fyri hendan ávísan í øðrum londum

Innlendis metadátur greiða nærri frá um talvuna og ávísan hjá Hagstovu Føroya. Ávísarnir verða altíð uppgjørdir sambært altjóða háttalagnum, um hagtølini eru tøk fyri Føroyar. Tó kunnu frávik koma fyri og eru tey tá lýst í viðmerkingunum. 

Henda talvan kunnar um metadáturnar, ið eru ásettar av Hagfrøðinevndini hjá ST. Fullfíggjaðar altjóða metadátur frá Hagfrøðistovninum hjá ST.

Aftur til toppin