| Viðmerkingar og avmarkingar |
Tekn- -Null (ikki rundað)
- 0Rundað til null
- •Kann ikki koma fyri
- ••Ikki til taks ella ikki álítandi
- •••Ikki upplýst, trúnaðarvart
Útreiðslur til gransking og menning (GERD): GERD er samlaðu innlendis útreiðslurnar til gransking og menning (en: gross domestic expenditure on R&D). GERD - serliga GERD, sum %-partur av BTÚ - er høvuðsávísin fyri altjóða samanbering av gransking og menning GERD fevnir um samanløgdu útreiðslurnar fyri alla gransking og menning, ið er framd innanlands í ávísum tilvísingarskeiði. T.e. allar útreiðslur fyri gransking og menning, ið er framd í teimum fýra geirunum, eisini við útlendskari fígging (frá uttanlandsgeiranum). Hinvegin fevnir GERD ikki um G&M, ið er framd uttanlands, hóast hendan kann vera framd av føroyskum granskarum ella við føroyskari fígging. Einans gransking og menning, ið er fram innanveggja (en: intramural), tað vil siga av eindini sjálvari er tald við. Fígging og keyp av gransking og menning (en: funding for and extramural R&D), verður ikki tald við. Soleiðis verur tryggja at onki verður talt við tvær ferðir.
Háttalag: Hagtølini eru gjørd í samsvari við altjóða ásetingum hjá ST (Frascati hondbókin). Hetta tryggjar, at tølini kunnu samanberast við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum. Dáturnar eru savnaðar við eini spurnakanninging, ið er send øllum fyritøkum og og stovnum í Føroyum, ið fremja gransking og menning. Henda kanning verður gjørd árliga.
Gransking og menning Gransking og menning á royndarstigi (G&M) (en: research and experimental development) er skapandi og skipað arbeiði, hvørs endamál er at skapa nýggja vitan og at finna nýggjar hættir at brúka tøka vitan. Allar fimm høvuðstreytir skulu lúkast, fyri at virksemi skal metast at vera gransking og menning á royndarstigi: 1. Nýtt: miðar eftir at skapa nýggja vitan. 2. Skapandi: grundað á nýggj hugtøk, uppskot ella vísindalig ætl (hypotesur). Sostatt eru regluligar mannagongdir sum t.d. dagføringar og viðlíkahald av ritbúnað ikki G&M-virksemi. 3. Óvist: tá ið farið verður undir eina G&M-verkætlan, ber ikki til at gera greiðar niðurstøður viðvíkjandi úrsliti ella kostnaði frammanundan. 4. Skipað: verður útint á ein skipaðan hátt, har bæði tilgongd (en: process) og úrslit verða skrásett. Verkætlanin skal hava eitt greitt endamál og fígging skal vera eyðmerkt og tøk. 5. Endurskapan: verkætlanin skal vera skjalfest til egna ella almenna nýtslu, soleiðis at hon møguliga kann endurtakast av øðrum granskarum og geva sama úrslit.
Útreiðslur til G&M, sum %-partur av bruttotjóðarúrtøkuni í ársins prísum BTÚ er mát fyri virðið á framleiðsluni í landinum eitt ávíst tíðarskeið. Framleiðslan er sett saman av tilfarsnýtslu, arbeiðsmegi og framleiðslutólum, og burtur úr henni fáast vørur og tænastur av øllum slag. BTÚ gjørt upp í ársins prísum merkir, at BTÚ er mátað í teimum prísum, sum keypt og selt er fyri í ávísa árinum. Hesir prísir verða eisini kallaðir marknaðarprísir.
|