Undirmál og ávísar
Undirmál 1.1
Fyri 2030 at beina fyri allari ógvisligari fátækt hjá øllum fólkum allastaðni, í løtuni at rokna eftir fólkum, sum liva av minni enn $1,25 um dagin
Undirmál 1.2
Fyri 2030 at minka við einum helmingi tann partin av monnum, kvinnum og børnum í øllum aldri, sum liva í fátækt í øllum líki samsvarandi allýsingunum fyri einstaka landið
Ávísi 1.2.1
Undirmál 1.3
Seta í verk sosialar trygdarskipanir og tiltøk, sum eru hóskandi fyri einstaka landið, fyri øll, her íroknað lágmørk, og fyri 2030 skulu hesar skipanir fevna um ein heilt stóran part av teimum fátæku og teimum, sum eru illa fyri
Undirmál 1.4
Fyri 2030 at tryggja, at allir menn og allar kvinnur, serliga tey fátæku og tey, sum eru illa fyri, hava sama rætt til búskaparliga tilfeingið og atgongd til grundleggjandi tænastur, ognarrætt og ræði á landi og aðrari ogn, arvi, náttúrutilfeingi, hóskiliga nýggja tøkni og fíggjarligar tænastur, sum eisini umfata mikrofígging
Undirmál 1.5
Fyri 2030 at byggja upp treystið hjá teimum fátæku og teimum í veikari støðu og gera tey minni viðbrekin og ástødd fyri ógvisligum tilburðum, sum tongd eru at veðurlagi og øðrum búskaparligum, sosialum og umhvørvisligum skelkum og vanlukkum
Ávísi 1.5.2
Undirmál 1.a
Tryggja, at nóg mikið av tilfeingi fæst til vega frá ymiskum keldum, eisini við øktum menningarsamstarvi til tess at fáa til vega nøktandi og kend fíggjarevni til menningarlond, serstakliga tey lond, sum minst eru ment, til tess at seta í verk skráir og politikkir fyri at basa fátækt í øllum líki
Ávísi 1.a.2
Undirmál 1.b
Skapa sterkar politiskar karmar á lands-, økis- og altjóðastigi, grundað á menningarætlanir, sum serliga hava atlit at fátækt og kynsjavnrættindum, til tess at stimbra fleiri íløgur í tiltøk, ið skulu beina fyri fátækt