Undirmál og ávísar
Undirmál 13.1
Styrkja mótstøðumegina og evnini at laga seg eftir veðurlagstengdum váðum og náttúruvanlukkum í øllum londum
Ávísi 13.1.1
Undirmál 13.2
Flætta tiltøk í sambandi við veðurlagsbroytingar inn í landspolitikk, ætlanir og skipanir
Ávísi 13.2.2
Undirmál 13.3
Bøta um undirvísing, kunning og evni hjá fólki og myndugleikum at mótvirka, laga seg eftir og avmarka skaða av veðurlagsbroytingum og at kunna ávara í góðari tíð
Undirmál 13.a
Seta í verk tað, sum ídnaðarlond hava bundið seg til at fremja við Veðurlagssáttmálanum hjá ST (UNFCCC), sum er, at tey í felag útvega USD 100 milliardir árliga fyri 2020 frá øllum keldum. Hetta fyri at nøkta tann tørv, menningarlond hava, tá talan er um atgerðir at minka um árin, og hava gjøgnumskygni í íverksetanini og til fulnar fáa Grøna veðurlagsgrunnin (Green Climate Fund) at virka við at kapitalisera hann sum skjótast
Undirmál 13.b
Fremja mekanismur, sum bøta um førleikan at skipa fyri virkisførum ætlanum og umsitingum, sum hava samband við veðurlagsbroytingar í teimum minst mentu londunum og smáum oyggjaríkjum í menning, m.a. við serligum denti á kvinnur, ungfólk og staðheft samfeløg og samfeløg, ið tykjast sett til viks