Undirmál og ávísar
Undirmál 6.1
Fyri 2030 skal fáast rímilig atgongd til trygt drekkivatn til øll fyri rímiligan kostnað
Undirmál 6.2
Fyri 2030 skal útvegast øllum atgongd til skikkað og rímilig kloakkviðurskifti og reinføri, og skipað vesiviðurskifti við serligum atliti at tørvinum hjá kvinnum og gentum og teimum, ið illa eru stødd
Undirmál 6.3
Fyri 2030 skal vatngóðskan betrast við at minka um dálking, steðga dumping av burturkasti og minka sum mest um útlátið av vandamiklum kemiskum evnum og tilfari. Nøgdirnar av óviðgjørdum spillvatni verða skerdar niður í helvt, og endurframleiðsla og endurnýtsla verður økt nógv um allan heim
Ávísi 6.3.2
Undirmál 6.4
Fyri 2030 verður gagnnýtslan av vatni tvørtur um allar geirar økt munandi, og tryggjað verður burðardygg savning og veiting av drekkivatni fyri at basa vatntroti og munandi minka um talið á teimum, sum líða undir vatntroti
Ávísi 6.4.1
Undirmál 6.5
Fyri 2030 seta í verk samantvinnaðar vatntilfeingisumsitingar á øllum stigum, eisini ígjøgnum samstarv tvørtur um landamørk, har hetta er viðkomandi
Ávísi 6.5.1
Undirmál 6.6
Fyri 2020 verja og endurskapa vistskipanir, tongdar at vatni, sum fevna um fjøll, skóg, mýrilendi, áir, grundvatnsgoymslur og vøtn
Undirmál 6.a
Fyri 2030 víðka altjóða samstarvið og stuðulin til menningarlond at menna førleikar og evni til at gera vatn- og reinførisætlanir, sum eisini fevna um vatnsavnan, avsalting, vatnnyttu, spillvatnsviðgerð, endurframleiðslu- og endurnýtslutøkni
Undirmál 6.b
Stimbra og styrkja luttøkuna í nærsamfeløgum í at menna vatn- og kloakkumsiting