Undirmál og ávísar
Undirmál 9.1
Ment verða dygdargóð, álítandi, burðardygg og harðfør undirstøðukervi, eisini økis- og undirstøðukervi tvørtur um mørk, fyri at stuðla búskaparligari menning og menniskjaligum trivnaði við denti á rættvísa atgongd fyri øll fyri ein rímiligan kostnað
Undirmál 9.2
Virkað verður fyri inkluderandi og burðardyggari ídnaðargerð og at hækka í stórum partin hjá ídnaðinum av arbeiðsplássum og bruttotjóðarúrtøku fyri 2030 í samljóði við umstøðurnar í landinum. Í teimum minst mentu londunum skal hesin parturin tvífaldast
Undirmál 9.3
Virkað verður fyri, at smáar ídnaðarfyritøkur og aðrar fyritøkur, serliga í menningarlondum, sleppa betur fram at fíggjartænastum, heruppií lán ella kreditt, og at tær verða betur flættaðar inn í virðisketur og marknaðir
Ávísi 9.3.1
Undirmál 9.4
Fyri 2030 skal undirstøðukervið betrast og ídnaðir uppstigast fyri at gera tey burðardygg, við enn munadyggari tilfeingisnýtslu og meiri nýtslu av reinari og umhvørvisvinaligari tøkni og ídnaðarligum tilgongdum. Øll lond skulu virka í samsvari við ta orku og teir førleikar, tey hava
Ávísi 9.4.1
Undirmál 9.5
Vísindalig gransking skal styrkjast, og tøkniligu avriksevnini í ídnaðargeiranum í øllum londum, serstakliga í menningarlondunum, skulu betrast við millum annað fyri 2030 at stimbra nýskapan og vaksa munandi um talið á teimum, ið arbeiða við gransking og menning fyri hvørja millión íbúgvar, eins og peningin, ið alment og privat verður brúktur til gransking og menning
Undirmál 9.a
Lætta um at menna burðardygg og harðfør undirstøðukervi í menningarlondum við at økja fíggjarligan, tøkniligan og fakligan stuðul til lond í Afrika, til tey minst mentu londini, til menningarlond, sum ikki sleppa til sjógv, og til smá oyggjaríki í menning
Undirmál 9.b
Stuðla heimligari tøkniligari menning, gransking og nýskapan í menningarlondum, millum annað við at tryggja eitt stimbrandi politiskt umhvørvi fyri millum annað ídnaðarligt fjølbroytni og virðisøking á vørur
Ávísi 9.b.1
Undirmál 9.c
Økja munandi um atgongdina til kunningar- og samskiftistøkni, og strembað verður eftir at veita øllum atgongd til internet fyri rímiligan kostnað í teimum minst mentu londunum fyri 2020