Undirmál og ávísar


Undirmál 8.1

Árligi búskaparvøksturin fyri hvønn íbúgva skal haldast í samsvari við tjóðarligar umstøður og, serliga, halda í minsta lagi 7 prosent árligan vøkstur í bruttotjóðarúrtøku í teimum minst mentu londunum

Ávísi 8.1.1

Árligur vøkstur av real-BTÚ upp á íbúgvan
  • Støða hjá ávísa Fráboðað á netinum

Undirmál 8.2

Hægri búskaparligt framleidnisstig skal røkkast við ymisleika, tøkniligari uppstigan og nýhugsan, millum annað við at leggja dent á geirar, sum skapa stór virði og eru arbeiðskrevjandi

Ávísi 8.2.1

Árligur vøkstur av real-BTÚ fyri hvønn arbeiðsvirknan persón
  • Støða hjá ávísa Fráboðað á netinum

Undirmál 8.3

Virkað verður fyri menningarfremjandi politikkum, ið stuðla framleiðsluvirksemi, geva sømilig arbeiðspláss, stimbra íverksetan, skapanarevni og nýhugsan og virka fyri at formalisera og fáa mikro-, smáar og miðalstórar fyritøkur at vaksa, millum annað við at tær sleppa fram at fíggjarligum tænastuveitingum

Ávísi 8.3.1


Undirmál 8.4

Fram til 2030 í vaksandi mun at bøta um munadygd í tilfeingi um allan heim, tá talan er um bæði nýtslu og framleiðslu og stremba eftir at loysa búskaparligan vøkstur frá umhvørvisoyðingum í samsvari við 10 ára Rammuskránna fyri burðardygga nýtslu og framleiðslu (10YFP) við ídnaðarlondunum á odda

Ávísi 8.4.1


Undirmál 8.5

Fyri 2030 skal úrtøkugott arbeiði vera til allar hendur og sømilig størv vera til allar kvinnur og menn, eisini ung fólk og fólk, ið bera brek, og sama løn skal vera fyri arbeiði, sum hevur sama virði

Ávísi 8.5.2

Arbeiðsloysisprosent skift á kyn, aldur og fólk, ið bera brek
  • Støða hjá ávísa Fráboðað á netinum

Undirmál 8.6

Fyri 2020 skal lutfallið av ungdómi, sum ikki er í arbeiði, undir útbúgving ella í læru, minkast munandi

Ávísi 8.6.1


Undirmál 8.7

Munadygg átøk verða sett í verk beinanvegin til tess at beina fyri tvingsilsarbeiði, nútíðar trælahaldi og menniskjahandli og fyri at tryggja bann ímóti og beina fyri ringasta barnaarbeiði, sum eisini fevnir um at útvega og brúka barnahermenn, og beina fyri barnaarbeiði í øllum líki fyri 2025

Undirmál 8.8

Rættindi arbeiðstakaranna skulu verjast, og virkað verður fyri einum tryggum og støðugum arbeiðsumhvørvi fyri allar arbeiðstakarar, eisini gestaarbeiðarar, serliga kvinnuligar gestaarbeiðarar og tey, sum virka undir ótryggum arbeiðskorum

Undirmál 8.9

Fyri 2030 skulu politikkir orðast og setast í verk at fremja burðardygga ferðavinnu, ið skapar arbeiðspláss og fremur mentan og vørur á staðnum

Ávísi 8.9.1

Virðisøking frá ferðavinnu, sum partur av BTÚ
  • Støða hjá ávísa Fráboðað á netinum

Undirmál 8.10

Styrkja evnini hjá innlendis fíggjarstovnum at virka fyri og betra atgongdina hjá øllum til bankar, tryggingar og fíggjartænastur

Undirmál 8.a

Økja um menningarhjálp, ið er knýtt at handli (Aid for Trade), serliga til tey minst mentu londini, millum annað ígjøgnum tann Styrkta samskipaða karmin um handilstongda fakliga hjálp til tey minst mentu londini (Enhanced Integrated Framework for Trade- Related Assistance for the Least Developed Countries, stytt EIF)

Ávísi 8.a.1

Tilsagnir og útgjøld at stuðla handli
  • Støða hjá ávísa Fráboðað á netinum

Undirmál 8.b

Fyri 2020 skal ein heimsumfatandi ætlan mennast og setast í verk fyri at fáa ung í arbeiði, og Alheims arbeiðssáttmálin (Global Jobs Pact) hjá Altjóða arbeiðsfelagsskapinum (ILO) verður settur í gildi

Aftur til toppin